Talan verður um eitt langt og drúgt landsliðsvirksemi hjá føroysku landsliðunum í heyst. Tilsamans skulu Føroyar spæla í minsta lagi 50 landsdystir í tíðarskeiðnum frá 11. august til 1. desember
——————
Koronafarsóttin hevur av álvara sett sín dám á fótbóltin, bæði her heima og úti í stóru verð. Men nú tykist gongd vera komin á, og landsliðsfótbólturin fer ætlandi á rull í næstum.
Føroyar hava tilsamans níggju fótbóltslandslið, og frá 11. august til 1. desember skulu hesi lið spæla í minsta lagi 50 dystir. Talan er um venjingarkappingar, venjingardystir, UEFA Nations League, EM-undankappingardystir og aðrar smærri kappingar.
U15-landsliðið við gentum leggur fyri tann 11. august, tá fari verður til “Talentstævne” í Horsens í Danmark, og síðan er landsliðsfótbóltur á skránni mestsum uttan steðg til 1. desember, tá A-landsliðið við kvinnum spælir seinasta dystin í EM-undankappingini.
Bert ein landsdystur við føroyskari luttøku er spældur í ár. Tað var tann 9. mars, tá kvinnulandsliðið tók ímóti Estlandi í venjingardysti á Tórsvølli. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1. Føroyska málið skoraði Rannvá B. Andreasen.