Hósdagin og fríggjdagin 3. og 4. mai, varð skipað fyri Coerver Coaching-skeið í FSF-húsinum. 45 venjarar luttóku á skeiðnum, ið eydnaðist sera væl
Í døgunum 3. og 4. mai, skipaði Útbúgvingarnevndin hjá Fótbóltssamband Føroya fyri Coerver Coaching í FSF-húsinum í Havn. Skeiðsleiðari var Brad Douglas, ið er altjóða viðurkendur sum Coerver-venjari.

Coerver Coaching er serliga ætla ungum í aldurinum 5 til 16 ár, og hevur til endamáls at betra um bóltførleikan hjá hesum aldursbólki.

Men nógv av tíð, ið Coerver Coaching inniber, kann eisini brúkast til eldri leikarar, har tað er av tídningi, at bóltførleikin eisini javnan verður vandur.


Brad Douglas

45 luttakarar
Undirtøkan til skeiðið við Brad Douglas var góð. 45 føroyski venjarar vóru til Coerver Coaching, ið gav teimum nýggjan íblástur til næstu venjingarnar. Og sum heild vóru allir venjararnir sera væl nøgdir við tað, ið Douglas hevði at bjóða.

Nakað av Coerver Coaching gekk fyri seg í undirvísingarhølunum, men størsti parturin av venjingini var úti á vøllinum.

Tríggjar venjingar vóru á vøllinum, har luttakararnir sluppu at royna seg sum leikarar. Til fjórðu og seinastu venjingina, vóru tað U14-dreingir hjá B36 sum sluppu at venja saman við Brad Douglass.

Ein av luttakarunum til Coerver Coaching var Eli Hentze:


45 luttakarar vóru til Coerver Coaching