Farna vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri Coerver-skeiði. 45 luttakarar vóru til skeiðið
Fríggjadagin 13. og leygardagin 14. mars skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri Coerver-skeiði. 45 luttakarar vóru á skeiðnum, sum varð hildið í FSF-húsinum og á Tórsvølli.

Instruktørur á Coerver-skeiðnum var aftur hesaferð avstraliumaðurin, Brad Douglas, ið er búsitandi í Noregi. Brad Douglas var eisini í Føroyum fyri trimum árum síðani, og helt líknandi skeið fyri føroyskum venjarum.

Coerver Coaching er ein altjóða viðurkendur venjingarháttur, ið leggur seg eftir at betra um fótbóltsførleikarnar hjá serliga børnum og ungum.

Endamálið við skeiðnum er millum annað at geva venjarum hugskot til venjing við egnum leikarum og at skipa fyri venjingum, so tær eru stuttligar og avbjóðandi alt árið.

Coerver-skeiðið skifti ímillum ástøði og praktiska venjing, grundað á hesi trý evni: "Menning av barna- og ungdómsleikarum", "At taka rættar avgerðir á vøllinum" og "Ein ímóti einum – at gera veruligan mun".

Myndir: Petur Simonsen