Leygardagin 17. februar 2018, klokkan 13:00, verður 40. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum

Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 17. februar 2018, klokkan 13:00 í FSF-húsinum í Havn.

Hetta er samstundis 40. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð stovnaður tann 13. januar í 1979.

Fundarskráin verður sambært lógum felagsins.

Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin. 

Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánaða áðrenn aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.

 

Av tí at starvsnevndarval er annaðhvørt ár, verður einki val til starvsnevndina hesaferð. Tó verður val til aganevndina, yvirkærunevndina, loyvisnevndina og kærunevndina í loyvismálum.

 

FÓTBÓLTSSAMBAND FØROYA

November 2017