Sum endurgjald fyri leysgeving av landsliðsleikarum, fara sjey føroysk feløg í næstum at fáa góðar 3,9 milliónir krónur frá UEFA
Tey sjey feløgini, sum í næstum fara at fáa eitt endurgjald fyri leysgeving av landsliðsleikarum til seinastu EM-undankapping, eru B36, EB/Streymur, HB, ÍF, KÍ, NSÍ og Víkingur.

Samanlagt fáa føroysku feløgini 3,9 mió. krónur.

UEFA hevur avgjørt, at feløgini skulu fáa umleið 31.100 krónur fyri hvønn leikara, tey hava havt í landsliðshópinum, til hvønn landsdyst. Her er tó bara talan um teir leikarar, ið hava staðið á dómaraseðilinum.

Býtið til føroysku feløgini sær soleiðis út:
HB – 875.804 krónur
NSÍ – 844.532
B36 – 719.952
EB/Streymur – 781.972
ÍF – 344.070
Víkingur – 187.671
KÍ – 155.860

UEFA sigur víðari, at peningurin er ætlaður feløgunum, og ikki til leikararnar.

Tilsamans hevur europeiska fótbóltssamgongan latið nærum 300 milliónir krónur, sum verður javnt býtt millum tey 53 limalondini í UEFA.