Leygardagin 14. februar 2015, klokkan 13:00 verður 36. aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin í FSF-húsinum
Árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya verður leygardagin 14. februar 2015, klokkan 13:00 í FSF-húsinum.
Hetta er samstundis 36. aðalfundurin, síðani felagsskapurin varð stovnaður tann 13. januar í 1979.
Fundarskráin verður sambært lógum felagsins.
Uppskot frá limum til aðalfundin skulu verða send skrivstovuni hjá Fótbóltssambandi Føroya skrivliga, við stuttari frágreiðing, í minsta lagi tvær vikur undan aðalfundinum og skulu verða limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Uppskot til møguligar lógarbroytingar, herundir møguligar broytingar í kappingarreglunum fyri fótbólt, skulu í øllum førum vera skrivstovu FSF’s í hendi ein mánaða áðrenn aðalfundin og skulu vera limunum í hendi í seinasta lagi sjey dagar áðrenn aðalfundin.
Fótbóltssamband Føroya