Komandi leygardag verður árligi aðalfundurin hjá Fótbóltssambandi Føroya hildin á Hotel Hafnia
Á skránni á aðalfundinum, sum verður leygardagin 15. februar, klokkan 13:00 á Hotel Hafnia, eru fleiri mál á skránni.
Millum annað verður ársroknskapurin hjá Fótbóltssambandi Føroya fyri 2013 lagdur fram. Ein roknskapur, sum vísir eitt yvirskot upp á slakar 900.000 krónur, og sum starvsnevndin góðkendi á fundi í farnu viku.
Somuleiðis hevur starvsnevndin lagt uppskot fyri aðalfundin um broyting í viðtøkunum fyri FSF og í kappingarreglunum hjá Fótbóltssambandi Føroya.
Val av limum í eitt nú Aganevndina, Yvirkærunevndina og í Loyvisnevndina og Kærunevndina í loyvismálum er eisini á skránni.