Á starvsnevndarfundi í Fótbóltssambandi Føroya fyri viku síðani, varð Ársroknskapurin fyri 2011 viðgjørdur
Fótbóltssamband Føroya hevði í 2011 eitt avlop uppá 3,4 milliónir krónur.
Starvsnevndin fyri FSF hevði nevndarfund mánadagin 6. februar 2012.Nevndin viðgjørdi m.a. hesi mál:Ársroknskapur fyri 2011
Starvsnevndin góðkendi roknskapin fyri seinasta roknskaparár. Úrslitið seinasta ár gjørdist eitt yvirskot uppá 3,4 mio. kr. Hetta er ein øking uppá 700.00 kr. í mun til seinasta ár, tá úrslitið var 2,7 mió. kr.
Roknskapurin fyri 2011 verður lagdur fram á aðalfundinum 18. februar 2012 á Hotel Hafnia.
Peningur úr Hattrick-grunninum
Nevndin samtykti at senda skriv til feløgini um møguleikan at fáa stuðul til útbyggingar. Stuðulin, sum eftir er at útluta í ár, er 1,2 mio. kr.