Farna mánadag fingu 31 fótbóltsvenjarar handað UEFA B-prógv frá Fótbóltssambandi Føroya
Í mars mánaða í ár byrjaðu 31 venjarar á B4-venjaraskeiðnum, sum er seinasti partur av UEFA B-venjaraútbúgvingini. Útbúgvingin endar við próvtøku – bæði í praktiskari venjing og í fótbóltsástøði – og mánadagin 19. juni vórðu prógvini handaði.
Tey 31, sum hesaferð hava fingið UEFA B-prógv, eru hesi
Jovan R. Panic, 07 Vestur
Rógvi E. Nielsen, EB/Streymur
John Jakobsen, B68
Johnny Heinesen, AB
Tonny Brimsvík, AB
Regin Sivertsen, KÍ
John Lervig, Víkingur
Allan Joensen, KÍ
Helgi Johannesen, KÍ
Regin Høgnesen, KÍ
Poul N. Poulsen, Skála
EyðunThorgeirsson, KÍ
Arthur Højgaard, B68
Johannes Pauli Poulsen, B36
Heri Ósá, KÍ
Fróði Clementsen, B36
Hjalgrím Elttør, KÍ
Óli Djurhuus, B36
Símun W. Høgnesen, B36
Gunnar Sørensen, B36
Tróndur Ravnsfjall, 07 Vestur
Eyðun Mørkøre, HB
Eyðvør Jakobsen, HB
Anja Rein, B36
Joan M. Mikkelsen, B68
Hans Andrias Olsen, KÍ
Egil Olsen, B68
Niclas A. Danielsen, B68
Rasmus Nolsøe, HB
Magnar K. Vang, Giza Hoyvík
Ólavur W. Høgnesen, B36
B-venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssambandi Føroya fevnir um fýra venjaraskeið, ið tilsamans eru 145 tímar. Útbúgvingin kann í skjótasta lagi takast yvir hálvt annað ár, men tað vanliga er tó 3 til 5 ár.
Í seinasta skeiðnum, sum er B4, hevur luttakarin ein personligan vegleiðara, sum millum annað vitjar viðkomandi luttakara úti í egnum felagi til praktiska venjing.
Vegleiðarar á B4 hava verið Áki Johansen, Eyðun Klakstein, Hegga Samuelsen, Jan Dam, Jan M. Laursen, Janus Rasmussen, John Petersen, Svenn Olsen og Petur Simonsen, sum eisini hevur verið skeiðsleiðari.
Umframt praktiska venjing, sum hevur dentur eisini verið lagdur á onnur evni, sum t.d. ”Fysiska venjing” (Álvur Hansen), ”Børn/ung og fótbóltur” (Eli Hentze), ”Mental venjing” (Gitte Klein), ”Taktisk venjing” (Sigfríður Clementsen), ”At skjóta mál” (Bill McLeod Jacobsen) og ”Meginreglur fyri venjing og venjaran (Petur Simonsen).
Í 2002 fekk Fótbóltsamband Føroya sína egnu B-venjaraútbúgving, eftir núverandi leisti, góðkenda á fyrsta sinni. Við hesum 31 nýggju venjarunum, eru umleið 200 venjarar, sum hava fingið UEFA B-lisens gjøgnum FSF-venjaraútbúgvingarskipanina.