Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er ítróttarredaktørurin í 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, Leivur Frederiksen
Sjónvarpsstovan hjá FSF Varpinum er skift út við sjónvarpsstovuna í Sortudíki, har Dagur & Vika og 3-2 halda til, og gesturin í FSF Varpinum hesaferð er Leivur Frederiksen.

Umframt at meta um dystirnar í 13. umfari í Effo-deildini, sum verða spældir komandi vikuskifti – fýra sunnudagin og ein mánadagin – greiður Leivur frá arbeiðinum sum ítróttarredaktørur í 3-2 hjá Kringvarpi Føroya.

Hoyr millum annað um biltúrin á Isle of Wight í 2011, tá tveir flogbóltsspælarar fingu ein lítlan hvøkk.