Lars Olsen, landsliðsvenjari hevur sent boð eftir 28 leikarum til vetrarvenjingarnar hjá A-landsliðnum við monnum

Í fjør fóru landsliðsvenjararnir undir skipaðar vetrarvenjingar við føroysku A-landsliðsleikarunum, og hesar venjingar verða aftur á skránni komandi vetur.

Venjingarnar eru serliga ætlaðar heimligu leikarunum, meðan føroyska kappingin liggur still.

Mánadagin 28. oktober verða fyrstu venjingarnar á Tórsvølli, og síðani verður hildið á tríggjar ferðir um vikuna til 19. desember.

Í hesum sambandi hava Lars Olsen, landsliðsvenjari, og Jóannes Jakobsen, sent boð eftir hesum 28 leikarum:

Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy og Tórður Thomsen, B36.
Fróði Benjaminsen, Jóhan Troest Davidsen, Christian R. Mouritsen, Teitur M. Gestsson, Hans Jørgensen, Kristin Mouritsen og Heini Vatnsdal, HB.
Rói Danielsen, Símun Rógvi Hansen og Jobin Drangastein, AB.
Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur.
Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Kaj Leo í Bartalstovu og Finnur Justinussen, Víkingur.
Dánjal á Lakjuni, ÍF.
Páll Klettskarð og Álvur Christiansen, KÍ.
Kristian Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Karl Løkin, Einar Tróndargjógv og Klæmint A. Olsen, NSÍ.

Vant verður mánadag, mikudag og hósdag kl. 18:00 á Tórsvølli.

Týsdagin 19. november skal føroyska A-landsliðið spæla vinardyst á útivølli ímóti Malta.