Effodeildin: Vegna vánaliga veðurforsøgn, verður komandi umfar í Effodeildini møguliga framskundað til leygardagin, 29. september
Tvey umfør eru nú eftir at spæla í Effodeildini, og spenningurin um hvør fer avstað við gullinum, somuleiðis hvør skal tungu leiðina niður í næstbestu deildini at spæla komandi kappingarár, er stórur.

26. og næstseinasta umfar í Effodeildini er á skránni sunnudagin 30. september, og í roynd og veru kann alt blíva avgjørt hendan dagin. Bæði í toppinum og í botnstríðnum. 

Men veðurforsøgnin fyri komandi sunnudag er einki serlig, og hesum fer Fótbóltssamband Føroya møguliga at taka avleiðingarnar av. Sagt verður frá nógvum vindi og regni komandi vikuskifi, og serliga sunnudagin kann væntast rættuliga keðiligt veður.

Tí hevur Fótbóltssamband Føroya givið feløgunum boð um, at dystirnir, sum eftir ætlan skulu spælast sunnudagin, møguliga verða framskundaðir til leygardagin 29. september, kl. 14:45.

Endalig avgerð, um dystirnir verða spældir leygardagin, verður tikin hósdagin 27. september, kl. 16:00, og tá verða nærri boð givin av FSF-skrivstovuni.