Vegna syrgiligu vanlukkuna hósnáttina, hevur Kappingarnevndin hjá FSF avgjørt, at allir dystirnir í EFFO-deildini hetta vikuskiftið, verða útsettir til mikudagin 1. oktober
Hósmorgunin bórust tungu boðini um, at EB/Streyma- og U21-landsliðsleikarin, Gunnar Zachariassen, hevði latið lív í eini syndarligari arbeiðsvanlukku í Havn hósnáttina.

Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya hevur í hesum sambandi avgjørt, at allir dystirnir í 24. umfari í EFFO-deildini, sum skuldu verði spældir um vikuskiftið, í staðin verða spældir mikudagin 1. oktober.

Samstundis skal sigast frá, at seinasta umfar hjá Dreingir U18 verður útsett frá mikudegnum 1. oktober til hósdagin 2. oktober 2014.

Fótbóltssamband Føroya