Um vikuskiftið skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði, nevnt FSF-dómarin. Luttøkan var metstór hesu ferð
Ongantíð áður hevur undirtøkan verið so góð, tá skipað hevur verið fyri dómaraskeiði, nevnt FSF-dómarin, sum til skeiðið, ið varð fyriskipað í FSF-húsinum í Havn um vikuskiftið. Instruktørar vóru Jógvan (Egga) Jensen, Niklas á Líðarenda, Lassin Isaksen og Tummas Pauli Olsen.

FSF-dómarin er fyri nýggjar dómarar, og hesu ferð vóru heili 23 lutakarar til skeiðið. Hetta er nakað fleiri enn undanfarin ár, tá talið hevur verið um 10-15 luttakarar.
Av teimum 23 luttakarunum, ið vóru á FSF-dómaraskeið hesu ferð, vóru tríggjar kvinnur. Vónin hjá FSF er, at fleiri kvinnur taka dómaraprógv, og á tann hátt fáa fleiri kvinnuligar dómarar í føroyskan fótbólt.

Luttakararnir fáa frálæru í fótbóltslógini, um hvør uppgávan hjá hjálpardómaranum (linjuverjanum) er og hvussu umsitingarligi parturin, tað er millum annað dómaraseðilin og onnur praktisk viðurskifti í samband við ein fótbóltsdyst, skulu avgreiðast.
Seinasti partur av skeiðnum er praktik á vøllinum. Tá læra luttakararnir støðusnildi (plasering á vøllinum), tekngeving og annað grundleggjandi um, hvussu ein fótbóltsdystur skal leiðast.