Farna vikuskifti varð skipað fyri B1-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. 23 luttakarar vóru til skeiðið, ið eydnaðist avbera væl
Hóast veðrið argaði eitt sindur, gekk væl at gjøgnumføra B1-venjaraskeiðið, ið Fótbóltssamband Føroya farna vikuskiftið skipaði fyri í FSF-húsinum í Havn.

B1-venjaraskeiðið er fyrsta skeiðið í B-útbúgvingini, og snýr seg í høvuðsheitum um børn og venjing av børnum í aldurinum 5 til 10 ár.

– Luttakaraskarin var bæði kvinnur og menn, yngri og eldri, royndir og óroyndir venjarar, og tað er okkara greiða fatan, at fólk vóru væl nøgd við dagarnar, ið skeiðið vardi, sigur Eli Hentze, ið saman við Bill McLeod Jacobsen var instruktørur á B1-venjaraskeiðnum í Havn.

Komandi vikuskiftið (23.-25. januar) skipar FSF fyri B1-venjaraskeiði á Skála, har Janus Rasmussen og Abraham Løkin vera instruktørar, og um eina viku (30. jan.-1. feb.) verður skeiðið hildið í Trongisvági. Instruktørar á B1-venjaraskeiðnum í Trongisvági vera Petur Simonsen og Pól F. Joensen.

Myndir: Eli Hentze