FSF Varpið: Í Klaksvík reistist KÍ, eftir at hava verið afturút við trimum, meðan ólavsøkudystirnir endaðu við tryggum sigri til vertirnar
Fult umfar í Effodeildini hevur verið um ólavsøkuna, og hóast einki mál kom í dystinum millum EB/Streym og B68, so vórðu ikki færri enn 22 mál gjørd í hinum fýra dystunum.
Í Klaksvík endaði við javnleiki 3-3 millum KÍ og Víking, og í Fuglafirði vann ÍF tepran 3-2 sigur á FC Suðuroy.
Ólavsøkuaftan tók HB ímóti TB, og við fýra málum ímóti einum vunnu havnamenn ein tryggan sigur.
Ólavsøkudag vitjaði NSÍ í Gundadali, har B36 var vertur. Heimaliðið lat ongan iva vera um hvønn veg sigurin skuldi fara, og tá avtornaði vann árstalsfelagið 5-1.
Í innslagnum niðanfyri eru tey 22 málini úr 17. umfari í Effodeildini.
Fotografar:
ÍF – FC Suðuroy: Hans Erik Danielsen
KÍ – Víkingur: Ólavur Wolles
HB – TB: Hans Erik Danielsen
B36 – NSÍ: Hans Erik Danielsen