FC Suðuroy, EB/Streymur, HB og Víkingur hava spælt seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið
Heili 21 mál vórðu skotin í teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, sum eru spældar í kvøld.
FC Suðuroy, EB/Streymur, HB og Víkingur hava spælt seg víðari til hálvfinalurnar, sum verða spældar 9. og 25. mai.

FC Suðuroy – B71 5-1 (0-1)
FC Suðuroy vann sannførandi á B71, úrslitið gjørdist 5-1 til heimaliðið í Vági.
Tað var annars B71 ið kom betri frá byrjan, og tá liðini fóru til hálvleik, var støðan 1-0 til sandoyingar. Málið hjá B71 skeyt Thomas Hans Rubeksen.
Men eftir steðgin var eingin ivi hvønn veg sigurin fór. FC Suðuroy skoraði fimm ferðir, og vann sostatt 5-1. John T. Poulsen gjørdi trý av málunum fyri FC Suðuroy, Palli Augustinussen skoraði einaferð, meðan seinasta málið hjá vertunum var sjálvmál.

AB – EB/Streymur 1-3 (0-0)
Á Argjum gjørdi EB/Streymur sína skyldu, og vann 3-1 á AB. Einki mál kom fyri steðgin, men tíðliga í seinna hálvleiki legði Hans Pauli Samuelsen sundalagsmenn á odda. Leif Niclasen økti til 2-0, og tá tíggju minuttir vóru eftir at spæla, slerdi Sorin Anghel sigurin fastan.
Stutt fyri leiklok pyntaði Martin Midjord um úrslitið fyri AB.

KÍ – HB 3-5 (2-2 (2-0)) Eftir longda leiktíð
Klaksvíkingar vóru á odda 2-0 eftir fyrstu 45 minuttirnar, men eftir longda leiktíð hevði HB vunnið 5-3.
Henry Heinesen legði KÍ á sigurskós í 7. og 34. minutti. Í seinna hálvleiki svaraði HB aftur. Fyrst minkaði Fróði Benjaminsen um munin, og lítla løtu seinni gjørdi KÍ sjálvmál.
Tí máttu liðini undir tvær ferður 15 minuttir, fyri at avgera dystin. Her drógu havnamenn longra stráðið, og vunnu til endans 5-3. Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen og Christian R. Mouritsen skoraðu málini fyri HB. Einsamalla málið hjá KÍ í longdu leiktíðini gjørdi Jóhan Jacobsen.

B68 – Víkingur 1-2 (0-0 (0-0)) Eftir longda leiktíð
Seinasta fjórðingsfinalan varð spæld á Svangaskarði á Toftum, har B68 hevði vitjan av Víkingi. Eisini her máttu liðini út í tvær ferðir 15 minuttir, fyri at finna ein vinnara.
Hóast undirmannaðir, so eydnaðist tað B68 at leggja seg á odda, tá 10 minuttir vóru spældir av fyrra hálvleiki av longdu leiktíðini. Málskjútti var Niklas F. Joensen. Toftamenn stríddust manniliga seinastu løtuna fyri sigrinum, men tá tríggir minuttir restaði, bragdaði hjá Víkingi. Í báðum føri var Atli Gregersen málskjútti hjá Víkingi, sum sostatt er víðari í kappingini um Løgmanssteypið.

Lutakastið um, hvør skal møta hvørjum í hálvfinalunum, verður í 3-2 hjá Kringvarpinum hósdagin, 26. apríl.