Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 21 leikarar til dystin ímóti Grikkalandi, sum verður í Athen fríggjadagin 14. november
Nú ein góð vika er til EM-undankappingardysturin ímóti Grikkalandi er á skránni, hava landsliðsvenjararnir, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen sett navn á teir 21 leikararnir, ið skulu umboða Føroyar í undankappingardysti í grikska høvuðsstaðnum, Athen fríggjadagin 14. november.

Og í mun til dystirnar móti Norðurírlandi og Ungarn, sum vórður spældir hálvan oktober, eru fýra nýggir leikarar úttiknir hesaferð. Teir eru Hanus Jacobsen, Odmar Færø, Klæmint A. Olsen og Róaldur Jakobsen.

Føroyski hópurin ímóti Grikkalandi sær soleiðis út:

Málverjar:
Gunnar Nielsen, Motherwell (SCO)
Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn

Verjuleikarar:
Jónas Tór Næs, EB/Streymur
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Atli Gregersen, Víkingur
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Odmar Færø, B36 Tórshavn
Hanus Jacobsen, Víkingur

Miðvallarar:
Fróði Benjaminsen, HB Tórshavn
Gilli Sørensen, AaB Ålborg (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Kaj Leo í Bartalsstovu, Levanger FK (NOR)
Christian Lamhauge Holst, Fremad Amager (DEN)
Hallur Hansson, Víkingur
Brandur H. Olsen, FC København (DEN)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Framherjar:
Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Arnbjørn Hansen, EB/Streymur
Jóan Símun Edmundsson, HB Tórshavn

Norðurírland er fremst í EM-undankappingarbólki F við 9 stig. Rumenar hava 7 stig, Ungarn og Finnland 4 stig í part, meðan Grikkaland hevur vunnið 1 stig fyri fyrstu tríggjar dystirnar. Føroyska liðið hevur framvegis sítt fyrsta stig tilgóðar.