Í samband við landsdystin millum Týskland og Føroyar í Hannover fríggjadagin 7. september, hevur FSF fingið 2000 atgongumerkir at selja
Nú kunnu føroyskir fótbóltsfjepparar, ið ætla sær til HM-undankappingardystin millum Týskland og Føroyar, sum verður spældur á AWD Arena í Hannover í Týsklandi fríggjadagin 7. september, ogna sær atgongumerkir til dystin umvegis heimasíðuna hjá FSF.

Fótbóltssamband Føroya hevur í samband við landsdystin, fingið 2000 atgongumerkir at selja.

500 atgongumerkir eru Category 1 (Bólkur O15), sum verða seld fyri 700 kr. pr. stk., meðan 1500 atgongumerkir eru Category 3 (Bólkur S8/S9 og S18/S19), sum verða seld fyri 440 kr. pr. stk.

Atgongumerkir kunnu keypast í FSF Búðini ella við at trýsta HER.

Atgongumerkjasølan endar mánadagin 13. august.