Jógvan Martin Olsen, venjari hjá U15-landsliðnum við dreingjum, hevur kunngjørt hópin, ið frá 11. til 19. november fer til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi

——————

Tríggir spennandi dystir standa fyri framman hjá U15-landsliðnum við dreingjum, sum seinni í mánaðinum fer til UEFA menningarkapping í Norðurírlandi.

Umframt at spæla ímóti norðurírsku vertunum, skulu okkara dreingir eisini møta Luksemborg og Lettlandi.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 20, ið eru boðsendir til menningarkappingina í Norðurírlandi.

Áðrenn fráferð, eru fýra venjingar á skránni, sum vera við Løkin í Runavík 3. og 7. november, og á Tórsvølli 5. og 9. november.

Hópurin
Dánjal Müller, KÍ
Nóa Klein Joensen, Víkingur
Dennis Anghel, B36
Nóa K. Mortensen, FC Suðuroy
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Jóel Tróndargjógv, NSÍ
Hávarður M. Thomassen, Fredrikstad FK (Noreg)
Dániel Thomsen, B36
Samuel Ierulli, B36
John Ziska Joensen, KÍ
Dávid Jørginsson, Víkingur
Hákun Rask Olsen, HB
Jákup K. Poulsen, B68
Fríði Dam Jacobsen, Skála
Tummas Joensen, FC Suðuroy
Djóni Min Øre, Víkingur
Markus S. Højgaard, Víkingur
Markus Danielsen, NSÍ
Tóti Fagradal, B71
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)

Skráin
13. nov. Norðurírland – Føroyar
15. nov. Luksemborg – Føroyar
18. nov. Lettland – Føroyar