Í dag varð sáttmáli undirskrivaður um arbeiðið at leggja tak á eystaru síðu av Tórsvølli
Tað eru Tórshavnar Kommuna og FSF, sum í felag hava gjørt sáttmála við J & K Petersen um at standa fyri arbeiðnum at leggja tak yvir áskoðaraplássini á eystursíðuni av Tórsvølli. Hetta arbeiðið verður sett í verk beinanvegin, og gongst eftir ætlan, er arbeiðið liðugt tíðliga komandi summar. Tá ið hetta er gjørt, kunnu ikki færri enn 2.700 áskoðarar afturat sita undir taki til dystir á Tórsvølli afturat teimum 900, sum koma undir tak, tá ið suðursíðan verður liðug seinni í summar.
Í sambandi við arbeiðið á eystursíðuni, sum nú fer í gongd, verður eisini gjørt nógv fyri at veita áskoðarunum góðar tænastur viðvíkjandi eitt nú sølubúðum, toilettum og øðrum.
Meðan arbeiðið at fáa tak yvir eystursíðuna er í gongd, eru tveir heimadystir hjá A-landsliðnum eisini á skránni, men hædd er tikin fyri hesum í tíðarætlanini, og tí fara dystirnir ikki at ávirka arbeiðið stórvegis.