Seinastu tvey vikuskiftini hevur FSF skipað fyri R-venjaraskeiði, ið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum
Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri sonevndum R-venjaraskeiði, ið er ein samanrenning av B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum.
Tilsamans tekur skeiðið 70 tímar, og luttakararnir hava nú møguleikan at fara undir B4-skeiðið og síðani fara til próvtøku í B-venjaraútbúgvingini.
Í alt vóru 13 luttakarar á R-venjaraskeiðnum, og fýra luttakarar, ið tóku B3-venjaraskeiðið. Fyrr í ár var ætlanin at skipa fyri B3-venjaraskeiði, men vegna væntandi undirtøku varð skeiðið avlýst. Tí fingu luttakararnir, ið høvdu melda seg til B3, nøguleikan at taka B3-skeiðið hesaferð, sum var partur av R-venjaraskeiðnum.
Endamálið við R-skeiðnum er at geva royndum leikarum ein serstakan møguleika at fara undir venjaraútbúgvingina.
Við støði í B1, B2 og B3-venjaraskeiðunum, og drúgvu royndunum, ið leikararnir hava, fáa luttakararnir ástøðiligar og praktiskar førleikar, ið ger, at teir kunnu virka sum barna- og ungdómsvenjarar í feløgunum.
Har afturat vónar FSF, at leikararnir verða eggjaðir til framhaldandi venjaraútbúgving, sum ger, at teir seinni kunnu virka sum elituvenjarar.
Instruktørar á R-skeiðnum vóru Petur Simonsen, Bjrøn Krogh, Jógvan Martin Olsen, Jens Martin Knudsen og Álvur Hansen.