Í hesum døgum eru 16 føroyskir venjarar í ferð við at taka sonevnda A-venjaraprógvið
A-venjaraútbúgvingin er hægsta venjaraútbúgving, sum kann takast í Føroyum. Millum teir 16 venjararnar, sum í løtuni ganga til próvtøku, er eisini ein kvinna, nevnliga Ingun Hansen av Skála, og hon verður fyrsti kvinnuligi A-venjarin í Føroyum, um hon stendur próvtøkuna.
Mánakvøldið vóru venjararnir uppi til skrivliga próvtøku í tí partinum av útbúgvingini, sum snýr seg um fysiska venjing. Nú er so bara tann munnligi parturin eftir. Her er talan um, at venjarin fyrst hevur eina praktiska venjing, síðani verður farið inn at tosa um sjálva venjingina, áðrenn man at enda viðger høvuðsuppgávuna, sum venjararnir hvør í sínum lagi hava gjørt. Talan er um eina uppgávu upp á millum 25 og 50 blaðsíður, sum venjarin skal leggja fram fyri próvdómararnar.
Hesi 16, sum í løtuni ganga til próvtøku, fóru undir A-útbúgvingina í januar í fjør, og tilsamans eru væl oman fyri 300 tímar brúktir til skeið, undirvísing og annað. Tann 6. juni fer tann seinasti av hesum 16 til munnligu próvtøkuna, og um allir standa próvtøkuna, koma vit í Føroyum eftir hetta at hava 65 venjarar við føroyskari A-útbúgving.
Til stuttleikar kann nevnast, at í dag hava allir teir 10 venjararnir í Effodeildini A-útbúgvingina hjá Fótbóltssambandi Føroya.