Farna fimm vikurnar hava sekstan kvinnur og menn verið á dómaraskeið, og týsdagin fingu tey prógv sum FSF-dómari. Næstu skeiðini verða fyrst í komandi ári

– Tørvurin á dómarum er stórur, so tað er ótrúliga hugaligt, at vit nú hava fingið sekstan FSF-dómarar afturat. Og eisini tað, at vit hava fingið fýra kvinnuligar dómarar hesaferð, er fantastiskt, og vónandi koma fleiri í nærmastu framtíð, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

 

Síðstu fimm vikurnar hevur FSF skipað fyri dómaraskeiðum kring landið. Skeiðini hava verið á Skála, í Havn og á Tvøroyri. Sekstan kvinnur og menn hava luttikið, og í gjár, týsdagin var síðsta royndin á skránnni, og síðani próvhandan.

 

– Fyri fýra árum síðani fingu vit ein nýggjan kvinnuligan dómara. Viðkomandi var eisini aktiv sum spælari, men fer komandi ári at virka meir sum dómari. Í fjør fingu eisini eina kvinnu afturat í dómarasamlingina, og tað fegnast vit sjálvandi um.

 

– Men tað, at fáa fleiri kvinnur at døma, er framvegis ein avbjóðing fyri føroyskan fótbólt, og málið er ikki rokkið. Vónandi koma fleiri afturat í næstum, sigur Lassin Isaksen, sum samstundis boðar frá, at fyrst í komandi ári verða dómaraskeið fyri nýggjar dómara aftur á skránni.