FSF Varpið: Tilsamans 16 mál vórðu gjørd í fýra av teimum fimm dystunum í 15. umfari í Effodeildini, sum varð spælt fríggjadagin

Av teimum 16 málunum, ið vórðu gjørd í 15. umfari í Effodeildini fríggjadagin, ber til at síggja 14 av teimum í FSF Varpinum.

Vegna tekniskar trupulleikar við upptøkunum frá dystinum millum Víking og HB, kunnu vit tíverri ikki vísa málini, sum vórðu skotin eftir steðgin í Sarpugerði í Norðragøtu fríggjakvøldið.

Umframt nógv mál, eru eisini hæddarpunkt frá dystinum millum B36 og 07 Vestur, sum endaði við málleysum javnleiki, har serliga Andras Gango í 07 Vestur-málinum bjargaði vágamonnum tað eina stigið.