Tað bleiv ein serlig og stuttlig seinasta úrvalsvenjing fyri summarsteðgin, tá umleið 150 ungir leikarar úr øllum landinum vóru savnaðir á Tórsvølli í góðveðrinum mikudagin

——————

Fótbóltssamband Føroya bjóðar hvønn mikudag úrvalsvenjing fyri leikarum í aldrinum 13-14 ár, og nógv var gjørt burturúr venjingini mikudagin, sum var hin seinasta fyri summarsteðgin.

Gentur og dreingir úr øllum landinum vóru savnaði á Tórsvølli, har Ásla Johannesen og René Shaki Joensen, sum bæði eru millum profilarnar á A-landsliðnum hjá ávíkavist kvinnum og monnum, greiddu frá teirra royndum og upp- og niðurtúrum sum fótbóltsleikarar.

Eftir hetta spældu leikararnir túnabóltskapping, har leikararnir á vinnandi liðunum vunnu hvør sína landsliðsblusu.

Tað eru fótbóltsmennararnir og aðrir venjarar við drúgvum royndum, sum skipa fyri úrvalsvenjingunum, sum vanliga eru á Svangaskarði og Tórsvølli hvønn mikudag, og undirtøkan hevur verið stak góð.

Úrvalsvenjingarnar byrja aftur, tá skúlarnir byrja aftur eftir summarfrítíðina.