Fyrstu vikuskiftini í september, tóku 14 venjarar av møguleikanum at taka UEFA B-prógvið
Í juni mánað blivu 17 venjarar lidnir við B4-venjaraskeiðið (Slóðarin), og kundu tí fara til B-próvtøkuna, sum Fótbóltssamband Føroya skipaði fyri fyrstu vikuskiftini í september.
Leygardagin 1. september var møguleiki at fara til B-próvtøkuna í FSF-húsinum í Havn, og eina viku seinni var møguleiki at taka B-prógvið í KÍ-høllini í Klaksvík.
Í alt tóku 14 venjarar tóku av møguleikanum at fara til próvtøkuna, sum allir kláraðu. UEFA B-prógvið er millum annað fyritreyt fyri at kunna søkja um upptøku til A-venjaraútbúgvingina.
Bæði A- og B-venjaraútbúgvingin hjá Fótbóltssamband Føroya eru góðkend av UEFA, og tí er talan í hesum føri um 14 nýggjar føroyskar venjarar við UEFA B-prógvi.
Teir, sum hava tikið B-prógv, eru:
Heðin Joensen, AB
Ingi Jacobsen, B36
Jens Kristian Hansen, B36
Magni á Lakjuni, B36
Jóhan Petur Poulsen, B68
Øssur Hansen, B68
Sorin Anghel, EB/Streymur
Ríkin N. Djurhuus, HB
Eyðun Ryggshamar, ÍF
Ken Bærentsen, ÍF
Rúni Petersen, ÍF
Karl Marius Poulsen, KÍ
Petur Martin Hansen, KÍ
Rúni Elttør, Undrið FF