Farna mánaðan vóru fjúrtan luttakarar á B2-venjaraskeiði hjá Fótbóltssambandi Føroya
Vikuskiftini 14. – 16. og 21. – 23. februar varð skipað fyri B2-venjaraskeiði í FSF-húsinum í Havn. 14 luttakarar vóru til skeiðið, sum í alt tekur 40 tímar.

B2-venjaraskeiðið, sum er framhald av B1-skeiðnum, er bæði ástøðiligt og praktiskt, har serligur dentur verður lagdur á venjing við børnum og ungum.

Evnini, sum verða viðgjørd á B2, eru millum annað hesi:
– Teknisk venjing
– Likamlig venjing
– Leiðsla
– Læruhættir/metoda
– Málmansvenjing

Tey, ið vóru á B2-venjaraskeið hesaferð:
Bárður S. Guttesen, Giza/Hoyvík
Rói Henriksen, AB
Andrass Petersen, AB
Elin Sólsker, NSÍ
Jonhard Hansen, NSÍ
Eddie Mikkelsen, NSÍ
Debes Danielsen, NSÍ
Jákup Poulsen, Víkingur
John Lervig, Víkingur
Sveinur Ellefsen, MB
Pætur Midjord, MB
Karl Øster, TB
Rakul Maria Johannesen, B36
Andreas Zachau, B68

Instruktørar á B2-venjaraskeiðnum vóru Bjørn Krog, Eli Hentze og Jens Martin Knudsen.