Farna vikuskifti skipaði FSF fyri B1-venjaraskeiði við Stórá í Trongisvági. 13 lutakarar vóru til skeiðið
Fyri fyrstu ferð síðani nýggi ítrórradepilin við Stórá í Trongisvági varð tikin í nýtslu, skipaði Fótbóltssamband Føroya farna vikuskiftið fyri B1-venjaraskeiðið við Stórá. Og sigast má, at umstøðurnar – bæði innandura og uttandura – við Stórá eru av teimum allarbestu.
Á skeiðnum vóru 13 luttakarar úr trimum fótbóltsfeløgum úr suðuroynni; sjey konufólk og seks mannfólk.
Umframt tann ástøðiliga partin av skeiðnum, fingu luttakararnir eisini møguleikan at royna seg sum venjarar á vøllinum, hjá nøkrum hugagóðum børnum og vaksnum.
Ein av hetjunum hjá TB í sjeyti- og áttatiárunum, Trondur Nolsøe, vísti áhuga fyri skeiðnum og var framvið nakrar ferðir – Myndir: Petur Simonsen/FSF