Fríggjadagin 6. og leygardagin 7. juli var ein av trimum Fótbóltsskúlum, ið FSF árliga fyriskipar, á nýggja graslíkisvøllinum á Toftum
Veðrið var gott og umstøðurnar av teimum bestu, tá ein av trimum Fótbóltsskúlum, ið Fótbóltssamband Føroya árliga fyriskipar, var á Toftum fríggjadagin og leygardagin 6. og 7. juli.

Niclas Davidsen, nevndarlimur í Tofta Ítróttarfelag setti Fótbóltsskúlan, og síðani fóru tey umleið 120 børnini undir venjingarnar. Fríggjadagin varð vant í fýra tímar, og leygardagin bleiv vant frá klokkan 10 á morgni til klokkan 16 seinnapartin. Vant varð á nýggja graslíkisvllinum á Toftum, har umstøðurnar eru av teimum allar bestu.

Og sum heild vóru børnini væl nøgd við venjingarnar á nýggja graslíkisvøllinum á Svangaskarði hesar báðar dagarnar. Høvuðsvenjarar vóru Jens Martin Knudsen og Mathias Davidsen.


Jens Martin Knudsen og Mathias Davidsen