Farna vikuskifti skipaði FSF fyri B1-venjaraskeiði. 16 luttakarar vóru við, og av teimum vóru 12 kvinnur
Veðrið var ógvuliga skiftandi, og onkuntíð kravdi praktiska venjingin nógv av bæði børnum og vaksnum, tá Fótbóltssamband Føroya í døgunum 22. til 24. januar skipaði fyri B1-venjaraskeiði í Havn.

16 luttakarar vóru við á skeiðnum, og av teimum vóru 12 kvinnur. Luttakararnir komu úr B36, AB, Giza/Hoyvík, B71, 07 Vestur og MB.

– Tað er gleðiligt, at so nógvar kvinnur koma á skeiðið, og vónandi fer hetta at fáa tær at halda fram í venjaragerninginum. Vit vóna eisini, at fleiri av hesum halda fram í venjaraútbúgvingini, tí tað er eingin ivi um, at fótbólturin hevur brúk fyri fleiri kvinnuligum venjarum, sigur Petur Simonsen, útbúgvingarráðgevi og venjarainstruktørur hjá FSF.

Umframt Petur Simonsen, vóru Hegga Samuelsen og Ingun Hansen eisini instruktørar á B1-venjaraskeiðnum.

Myndir: Petur Simonsen