Í vikuni skipaði TB fyri árliga fótbóltsskúlanum á Tvøroyri. Í ár hevði skúlin vitjan av Lars Heiliger, ið dagliga arbeiðir sum ungdómsvenjari hjá týska stórfelagnum, Stuttgart
Fjúrtand árið á rað skipaði TB í vikuni fyri fótbóltsskúla á Tvøroyri. Í ár vóru tilsamans 105 luttakarar í aldurinum 6 til 16 ár, og meðan tey flestu komu úr suðuroynni, so vóru eisini nøkur av Sandi og úr Havn á ársins fótbóltsskúla hjá TB.

Byrjað varð týsdagin, og seinnapartin hósdagin var liðugt. Vant varð frá kl. 9:30 til 12:00. Síðani var døgurðasteðgur í eina tíma, áðrenn venjingarnar hildu fram frá kl. 13:00 til 15:00.

– Skúlin eydnaðist avbera væl. Veðrið var gott, umstøðurnar við Stórá eru frálíkar, maturin frá Charlottu, Eydis, Jónvør og Miu var góður og tá yvir hundrað børn luttaka, kunnu vit ikki annað enn vera væl nøgdir, sigur Pól F. Joensen, høvuðsungdómsvenjari og fyriskipari av fótbóltsskúlanum 2014 hjá TB.

Til fótbóltsskúlan hesaferð høvdu tvøramenn fingið vitjan av Lars Heiliger, ið til dagliga arbeiðir sum ungdómsvenjari hjá týska stórfelagnum Stuttgart, við høvuðsábyrgd fyri U16-liðnum við gentum. Í Stuttgart fær barna- og ungdómsfótbóltur høga raðfesting, og hvørja viku skipar felagið fyri fótbóltsskúla fyri gentum og dreingjum, sum búgva í umráðnum. Á hendan hátt finnur Stuttgart allatíðina ung og nýggj talentir, sum felagið síðani hevur møguleika at fylgja.

– Tað er altíð spennandi at fáa onkran uttanfyri landoddarnar at leggja okkum lag á. Lars Heiliger kom við ymiskum, sum vit nú kunnu byggja víðari á og samstundis menna okkara ungdóm enn meir, sigur Pól F. Joensen, og leggur afturat, at tað er av stórum tídningi, at teir venjarar, ið luttaka á fótbóltsskúlanum, hava venjararoyndir og vita hvat krevst fyri at venja børn og ung, ið koma á fótbóltsskúlan hjá TB.

– Til venjingarnar fingu vit góða hjálp frá Sigvald Steinkross, Steen Sørensen, Jákup Dam, Niels Petersen, Niels Rødgaard, Allan Smedemark og málmansvenjaranum, Boas Nitschke, ið allir hava royndir við at venja børn og ung. Har afturat luttóku Páll Guðlaugsson, høvuðsvenjara hjá TB, Egil Olsen, ungdómsvenjara hjá NSÍ, og Eli Hentze, venjari hjá U15-landsliðnum. Mín fatan er, at børnini eru meira móttakilig, tá onkur fremmandur skipar fyri venjingini, og tað ger tað heila nógv lættari sum fyriskipari, sigur Pól F. Joensen, høvuðsungdómsvenjari hjá TB, at enda.

Myndir