Nú er greitt hvussu spælast skal í 1. deild hjá monnum komandi kappingarár
Leikskráin fyri hvussu spælast skal í 1. deild hjá monnum 2012, er nú avgreidd. Byrjað verður leygardagin 31. mars, tá fýra dystir eru á skránni. Fimti dystur í 1. umfari verður spældur sunnudagin 1. apríl.
Niðurflytararnir úr Meistaradeildini frá seinasta kappingarár, B71 og 07 Vestur, byrja á útivølli, meðan uppflytararnir, KÍ og B68, hava heimavøll í fyrsta umfarinum í nýggja kappingarárinum.
Leygardagin 31. mars verður spælt soleiðis:
NSÍ-AB
Skála-B71
Víkingur-KÍ
EB/Streymur-HB
Sunnudagin 1. apríl:
B68-07 Vestur
Kappingin í 1. deild hjá monnum endar leygardagin 29. september. Tá møtast B71-AB, EB/Streymur-Víkingur, Skála-07 Vestur, B68-HB og NSÍ-KÍ.
Fýra lið, B71, 07 Vestur, AB og Skála, hava møguleika at flyta upp í Meistaradeildini.