Heldur óvæntað taptu bæði AB og 07 Vestur í dag, tá 11. umfar í 1. deild hjá monnum varð spælt
AB og 07 Vestur, ið hava verið mestsum einaráðandi í 1. deild hjá monnum higartil í landskappingini, taptu bæði heldur óvæntað í dag.
Víkingur – AB 4-2
Annað vikuskiftið á rað tapti AB, sum annars hevur verið flúgvandi í hesum kappingarárinum.
Argjamenn vóru á vitjan í Leirvík, har Víkingur tók ímóti. Úrslitið gjørdist ein tryggur 4-2 sigur til heimaliðið, sum í roynd og veru avgjørdi alt fyri steðgin.
Víkingarnir løgdu bragdliga fyri, og tá liðini fóru at hvíla seg var støðan 4-1 til felagsliðið. Per Gregersen, Jan Poulsen, Bárður Hansen og Martin Olsen stóðu fyri málunum hjá Víkingi.
Málini hjá AB gjørdu Alex Mellemgaard og Mikkjal Hentze.
07 Vestur – HB 0-2
Eisini 07 Vestur fóru tómhentir av vøllinum, tá vágamenn seinnapartin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá HB.
Eftir málleysan fyrra hálvleik, skoraði HB tvær ferðir eftir steðgin. Hendrik Rubeksen legði teir reyð-svørtu á odda í 69. minutti, og í seinasta minutti avgjørdi Tróndur Jensen dystin til fyrimun fyri HB.
HB hevði annars gyltan møguleika at leggja seg á odda í fyrra hálvleiki, men brotssparkið hjá Hendrik Rubeksen fór á stongina.
Eisini 07 Vestur fekk møguleikan úr ellivu metrum, tá støðan var 1-0 til HB. Men Símun Rógvi Hansen bjargaði skotinum frá Tór-Ingar Akselsen.
B71 – B68 4-0
Samstundis sum AB og 07 Vestur taptu, tók B71 av møguleikanum at koma nærri oddinum í 1. deild.
Sandoyingar spældu í dag móti B68, og úrslitið gjørdist ein sannførandi 4-0 sigur til heimaliðið Inni í Dal á Sandi.
Finn Erik Thomsen og Marcus Klementsen skutu eitt mál í part, meðan Bakari Bojang skoraði tvær ferðir fyri B71.
Úrslit, 11. umfar:
KÍ – EB/Streymur 2-0 (spældur 1. juni)
Skála – NSÍ 3-0
Víkingur – AB 4-2
B71 – B68 4-0
07 Vestur – HB 0-2