Fremstu liðini vunnu aftur hetta vikuskiftið, meðan Víkingur og FC Suðuroy framvegis hava sín fyrsta sigur til góðar
Fleiri tættir og spennandi dystir í bestu deildini hjá kvinnum vórðu spældir hetta vikuskiftið. Og nógv varð lagt fyri, tí ikki minni enn trý reyð kort vórðu givin.

B68/NSÍ – KÍ 0-2 (0-1)
Oddaliðið KÍ vann 2-0 á Toftum. Klaksvíkskvinnur vóru leikliga omaná allan dystin, men felagsliðið hjá B68 og NSÍ vardi væl.
Stutt fyri hvíldina gav KÍ-trýstið úrslit, tá Sofía Purkhús skoraði til 1-0, sum eisini var støðan í steðginum.
Í seinna hálvleiki var gongdin tann sama, og tá sjey minuttir vóru spældir økti Malena Josephsen til 2-0 eftir hornaspark.
KÍ helt áfram við at trýsta, men ein vælspælandi Hjørdis Nesá í B68-málinum syrgdi fyri, at fleiri mál ikki komu á Svangaskarði hendan dagin. Tó var nakað av dramatikki ímóti endanum av dystinum, og tvær ferðir hevði dómarin reyða kortið á loftið.

HB – AB 0-1 (0-0)
Í Gundadali í Havn var grannauppgerð millum HB og AB, sum argjakvinnur vunnu 1-0. Málið kom um miðan seinna hálvleik. Málskjútti var Ásleyg Súnadóttir. Lítla løtu seinni gjørdist mótbrekkan hjá HB enn tyngri, tá tær fingu leikara vístan av vølli eftir tvey gul kort innan tríggjar minuttir.
AB var sum heild betra liðið, og var sigurin tí fult í tráð við leikgongdina. Tó trýsti heimaliðið nakað ímóti endanum, men sigurin hjá argjakvinnum kom ongantíð í vanda.

B36 – Víkingur 2-1 (2-0)
B36 greiddi eisini sína skyldu sum oddalið, tá tær sendu Víking norðuraftur við ongum. Árstalsfelagið vann 2-1, eftir at tær hvítu vóru á odda 2-0 í steðginum. Tá tólv minuttir vóru spældir legði Birita Mortansdóttir B36 á odda, og tá góður hálvur tími var spældur økti Katarina K. Saxov til 2-0.
Í seinna hálvleiki svaraðu gestirnir aftur, men tað var ikki fyrr enn heimaliðið gjørdi sjálvmál, at tað eydnaðist Víkingi at fáa mál.

ÍF – Skála 0-4 (0-2)
Í Fuglafirði vann Skála greiðan 4-0 sigur á ÍF. Fríðrún Danielsen gjørdi tvey mál, Birna T. Johannsen eitt, meðan tað seinasta var sjálvmál.

EB/Streymur – FC Suðuroy 18-2 (12-1)
Hvørja ferð sundalagsgentur fara á vøllin koma nógv mál, og ímóti FC Suðuroy var einki undantak. EB/Streymur vann heili 18-2, eftir hálvleiksstøðuna 12-1.
Íðunn Magnussen gjørdi seks mál, Rudi Zachariassen fimm, Marianna Hansen og Sigrun Kalsoy Kristiansen skoraðu báðar tvær ferðir, meðan Amanda Jensen, Silja Johannesen og Sólja T. Eiðisgarð skoraðu eitt mál í part.
Málini fyri FC Suðuroy gjørdu Barbara Tausen og Barbara K. Hjelm.

Úrslitini í 5. umfari:
B68/NSÍ – KÍ 0-2
HB – AB 0-1
B36 – Víkingur 2-1
ÍF – Skála 0-4
EB/Streymur – FC Suðuroy 18-2

6. umfar í 1. deild hjá kvinnum verður spælt sunnudagin 20. mai, men áðrenn tað, verða fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum spældar.

Fjórðingsfinalurnar, hósdagin 10. mai:

KÍ – HB
Skála – B36
AB – ÍF
Víkingur – B68/NSÍ (kl. 19.00)