Fýra dystir í 1. deild hjá monnum eru spældir í kvøld. Við trivaligum sigri á NSÍ, hevur 07 Vestur lagt seg á odda í næstbestu deildini
Niðurflytararnir úr fremstu deildini í fjør, 07 Vestur, hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið í næstbestu deildini. Og um góða gongdin heldur fram, verða vágamenn uttan iva at finna í Effodeildini næsta kappingarár.
Eisini AB er komið væl frá byrjan, meðan tað hinvegin hevur hilnast illa hjá Skála, nú øll liðini, uttan B71 og EB/Streymur, hava spælt tveir dystir.
07 Vestur hevði í kvøld vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ, og úrslitið gjørdist ein knúsandi 7-0 sigur til vágamenn, eftir hálvleikstøðuna 5-0.
Á Argjum vann AB 4-2 á Skála, eftir hálvleikstøðuna 2-0 til heimaliðið.
Eins og 07 Vestur og AB, eru teir næstbestu hjá Víkingi komnir væl frá byrjan. Leygardagin vann felagsliðið 5-0 á KÍ, og í kvøld vunnu teir næstbestu hjá Víkingi 3-1 í Gundadali, har HB tók ímóti.
Úrslitini í 2. umfari:
07 Vestur-NSÍ 7-0
HB-Víkingur 1-3
AB-Skála 4-2
KÍ-B68 5-1
Fimti dystur í 2. umfari skuldi verið inni í Dal á Sandi, millum B71 og EB/Streym. Men hesin dystur er útsettur til mikudagin 11. apríl, kl. 18:30.