Eftir at trý umfør í 1. deild hjá monnum eru spæld, hava 07 Vestur, Víkingur og AB fingið fulla úrtøku
3. umfar í 1. deild hjá monnum er spælt seinnapartin í dag. 07 Vestur og AB vunnu aftur, og tað sama gjørdi Víkingur. Á Skála endaði við javnleiki, meðan EB/Streymur tapti í Runavík.
07 Vestur – KÍ 3-0 (3-0)
Vágamenn, ið fluttu niður úr bestu deildini hjá monnum í fjør, hava fingið eina flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið í 1. deild. Eftir trý umfør hevur 07 Vestur fult stigtal, og ein málmun sum sigur 12-0.
Í dag hevði 07 Vestur vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ, og endin gjørdist 3-0 til vertirnar.
Málini gjørdu Hans Arni Ellefsen, Ragnar Nattestad og Tór-Ingar Akselsen.
B71 – Víkingur 3-6 (0-3)
Eisini Víkingur hevur fingið eina góða byrjan í hesum kappingarárinum, og aftur í dag vunnu teir næstbestu hjá felagsliðnum úr Gøtu og Leirvík. Hesu ferð varð talan um óvæntaðan, men samstundis tryggan sigur á útivølli ímóti B71. Úrslitið gjørdist 6-3 til Víking.
Í hálvleikinum var støðan 3-0 til Víkingi, og tá góðir 20 minuttir vóru eftir at spæla, var støðan 6-0 til gestirnar á Sandi. Seinastu løtuna pyntaði B71 upp á úrslitið, við máli frá Thomas Hans Rubeksen og tveimum sjálvmálum. Men sigurin var kortini ongantíð í vanda.
Per Gregersen skoraði tvær ferðir fyri felagsliðið, Heðin Hansen, Ingi Sørensen og Sverri Jacobsen skoraði hvør sítt, meðan eitt mál var sjálvmál.
AB – HB 4-1 (2-0)
Eins og 07 Vestur og Víkingur, eru argjamenn eisini komnir væl í gongd í ár. AB hevði í dag vitjan av HB, og her gjørdist talan um ein tryggan 4-1 sigur til heimaliðið.
Dion Splidt og Bjartur Kjærbo løgdu AB á odda 2-0 fyri steðgin. Í seinna hálvleiki økti Martin Midjord til 3-0, áðrenn Dion Splidt aftur var upp á spæl, og skoraði til 4-0.
Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, minkaði Jógvan Rói Davidsen um munin, til endaliga úrslitið 4-1 til AB.
Skála – B68 2-2 (2-0)
Á Skála spældu Skála og B68 javnleik 2-2, eftir at heimaliðið var á odda 2-0 í hálvleikinum.
Jógvan Berg legði Skála á odda, og tá góður hálvur tími var spældur gjørdi B68 sjálvmál.
Men í seinna hálvleiki svaraðu toftamenn aftur. Fyrst minkaði Búi í Hjøllum um munin í 77. minutti, og bara ein minutt seinni javnaði Haraldur Højgaard við brotssparki, til endaliga úrslitið 2-2.
NSÍ – EB/Streymur 3-2 (2-1)
Við Løkin í Runavík var EB/Streymur á vitjan, har NSÍ tók ímóti. Endaliga úrslitið gjørdist ein tepur 3-2 sigur til heimaliðið.
Tað vóru annars gestirnir ið komu betri frá byrjan, tá Jens Michael Jensen í 9. minutti skoraði til 1-0 fyri EB/Streym.
Men áðrenn steðgin høvdu Eddie Mikkelsen og Dánial Hansen vent gongdini, so tá liðini fóru til hálvleik var støðan 2-1 til NSÍ.
Í seinna hálvleiki fingu liðini hvør sítt mál afturat.
Fyrst økti Bjarki Danielsen til 3-1, áðrenn Jónstein Magnussen í yvirtíðini skoraði til endaliga úrslitið 3-2 til NSÍ.