1. deild menn: Vágamenn eru nú fremstir í næstbestu deildini hjá monnum, eftir at 07 Vestur í 18. umfari vann 2-1 á AB
Fult umfar í 1. deild hjá monnum er spælt um vikuskiftið, og í Sørvági var talan um toppdyst, har 07 Vestur tók ímóti AB.
Undan dystinum vóru argjamenn fremstir, men tað var bara málmunurin ið skilti partarnar. Og nú øll liðini í næstfremstu deildini hava spælt 18 dystir, er 07 Vestur á odda.
Nýggju menninir gjørdu mun
Beint áðrenn flytingargluggin hjá FSF lat aftur, styrktu vágamenn seg við Hørður Askham úr B36, og Brian Olsen úr EB/Streymi. Og hetta skuldi vísa seg at verða ein skilagóð avgerð hjá 07 Vestur.
Tá dysturin í Sørvági móti AB var 10 minuttir gamal, legði Hørður Askham 07 Vestur á odda, og tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin økti Brian Olsen til 2-0 fyri heimaliðið.
Stutt inn í seinna hálvleik svaraði AB aftur, tá Bjartur Kjærbo minkaði um munin. Men nærri komu argjamenn ikki.
Úrslit, 18. umfar:
B68 – EB/Streymur 0-3
07 Vestur – AB 2-1
Víkingur – NSÍ 4-0
HB – Skála 2-3
KÍ – B71 5-4
Eftir 18. umfar er 07 Vestur fremst við 43 stigum, trý stig frammanfyri AB. Nummar 3 er Skála við 36 stigum.
19. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt mánadagin 13. august.