Við tryggum 2-0 sigri í seinasta dystinum, staðfesti 07 Vestur sína støðu sum oddalið í 1. deild hjá monnum
Longu tíðliga í hesum kappingarárinum var nógv sum bendi á, at 07 Vestur fór at tryggja sær uppflyting, og verða annað av liðunum úr næstfremstu deildini, sum fór at spæla í Effodeildini í 2013.

Uppflytingin varð eisini tryggjað longu í fjórðseinasta umfarinum, og í seinasta dystinum staðfestu vágamenn sína støðu sum oddalið, við at vinna 2-0 á útivølli ímóti Skála. Brian Olsen og Hørður Askham gjørdu málini fyri 07 Vestur.

Eisini AB og Skála hava verið við í uppflytingarstríðnum, har argjamenn drógu longra stráðið, meðan Skála gjørdist nummar 3.

Niður úr 1. deild fara NSÍ og B68, meðan B36 og TB flyta upp úr 2. deild.

Úrslit, 27. umfar:
Skála – 07 Vestur 0-2
B68 – HB 1-2
B71 – AB 1-4
EB/Streymur – Víkingur 1-0
NSÍ – KÍ 1-2

Støðan 1. deild menn

Skála gjørdist nummar 3 í 1. deild hjá monnum