1. deild menn: Sætta dystin á rað fingu 07 Vestur og AB fulla úrtøku, og longu nú er nógv sum bendir á, at tað verða hesi bæði liðini ið flyta upp í Effodeildina
Í næstbestu deildini hjá monnum hava 07 Vestur og AB lagt sjógv ímillum seg og hini liðini, og longu nú er rættuliga nógv ið bendir á, at tað verða hesi bæði ið spæla í Effodeildini í 2013. Hóast bara seks dystir eru spældir, so eru longu 10 stig á muni til næsta lið á stigatalvuni, ið kann flyta upp í fremstu deildina.

07 Vestur og AB hava fult stigatal, 18 stig, eftir fyrstu seks umførini. Á 3. plássi í 1. deild er næstbesta lið hjá Víkingi, meðan Skála er á 4. plássi við 8 stigum. Fjórða liðið ið kann flyta upp, er B71, men sandoyingar hava fingið eina alt annað enn góða byrjan upp á kappingina. Eftir seks dystir er B71 á 7. plássi við 7 stigum.

Sannførandi sigrar
Fríggjadagin hevði AB vitjan av B68, og her gjørdu argjamenn sína skyldu sum oddalið. AB vann 4-0. Alex Mellemgaard skoraði tvey mál fyri AB, meðan Bjartur Kjærbo og Jobin Drangastein gjørdu hvør sítt.

Eisini 07 Vestur vann trygt í 6. umfari, tá teir á heimavølli tóku ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Eins og AB, so vann 07 Vestur eisini 4-0, eftir at vágamenn vóru frammanfyri við tveimum í hálvleikinum.

Tór-Ingar Akselsen legði fyri í 22. minutti, og beint fyri steðgin økti Holgar Durhuus til 2-0. Í seinna hálvleiki fekk 07 Vestur tvey mál afturat. Rógvi E. Nielsen skoraði til 3-0 í 53. minutti, áðrenn Tór-Ingar Akselsen stutt fyri leiklok gjørdi sítt annað mál í dystinum, og slerdi sigurin rimmar fastan.

Úrslit, 6. umfar:
AB – B68 4-0 (2-0)
KÍ – HB 1-2
07 Vestur – Víkingur 4-0
Skála – EB/Streymur 2-0
B71 – NSÍ 5-0

7. umfar í 1. deild hjá monnum verður spælt leygardagin 12. mai.

Støðan í 1. deild menn