Fýra dystir í 1. deild hjá monnum vórðu spældir í gjár. 07 Vestur og AB fingu aftur fulla úrtøku, og hava beinleiðis kós í Effodeildina
Niðurflytararnir úr fremstu deildini í fjør, 07 Vestur, eru komnir væl frá byrjan í hesum kappingarárinum, og um góða gongdin heldur fram, so verða vágamenn uttan iva at síggja í Effodeildini í 2013.
Í gjár hevði 07 Vestur vitjan av B71, og her gjørdist talan um ein greiðan 4-0 sigur til heimaliðið.
Tór-Ingar Akselsen skoraði tvey mál, meðan Holgar Durhuus og Ásmund Hansen gjørdu hvør sítt.

Eisini AB er komið væl í gongd, og eins og 07 Vestur, so vunnu argjamenn eisini 4-0 í gjár.
Dion Splidt Jacobsen, Jobin Drangastein og Jónas Stenberg, ið skoraði tvær ferðir, gjørdu málini fyri AB í 4-0 sigrinum á EB/Streymi.

Úrslitini í 5. umfari:
B68 – Víkingur 0-3
AB – EB/Streymur 4-0
07 Vestur – B71 4-0
HB – NSÍ 4-0

Fimti dystur í 5. umfari í næstbestu deildini hjá monnum, verður spældur í Klaksvík í dag kl. 15:00, har Skála vitjar KÍ.

Støðan 1. deild menn