Lars Olsen hevur havt sína fyrstu venjing við føroyska landsliðnum á venjingarleguni í Bangkok
Seinnapartin í dag hevði føroyska landsliðið sína fyrstu venjing, í samband við venjingarleguna í Bangkok í Thailandi.

Sum heild eru allir leikararnir sera væl fyri, og tað var eisini spælt av lívsins kreftum, tá teir yngru enn einaferð skuldu royna seg ímóti teimum eldru og meiri royndu leikarunum.

Talan gjørdist um ein javnan dyst, sum endaði við 2-0 sigri til teir yngru.

Fyrst skoraði Klæmint Olsen til 1-0, eftir at Gilli Sørensen hevði lagt innfyri úr vinstru og tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, slerdi Jóan Símun Edmundsson sigurin fastan. Við góðum bóltførleika, og eini elegantari vending beint uttanfyri brotsteigin, langaði toftamaðurin bóltin í netið, uttan nakran møguleika hjá Kristian Joensen í málinum.

Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at teir yngru høvdu eitt lítið mál (smápilta-mál) at verja, samstundis sum tann nógvi hitin møguliga darvaði teimum eldru landsliðsleikarunum nakað.

Fyrrapartin í morgin (sunnudagin) er aftur venjing á skránni, og mánadagin er so ætlanin at venja tvær ferðir.