Felagsliðið úr Gøtu og Leirvík, Víkingur hevur vunnið Løgmanssteypið 2012. Fyri fyrstu fer síðani 1955 varð steypafinalan avgjørd við brotssparkskapping
Víkingur er steypavinnari 2012 hjá monnum, eftir eina spennandi og væl spælda finalu á Tórsvølli, við nærum 3.000 áskoðarum.
Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 2-2, og tá liðini høvdu spælt tvær ferðir 15 minuttir, stóð framvegis á jøvnum, men nú var støðan 3-3.
Málskjúttar hjá Víkingi vóru Hans Jørgen Djurhuus, Atli Gregersen og Hjartvard Hansen. Málini hjá sundalagsmonnum gjørdu Jónhard Frederiksberg, Levi Hanssen og Leif Niclasen.
Javnleikur 3-3 eftir samfullar 120 minuttir, og fyri fyrstu fer síðani 1955 mátti steypafinalan hjá monnum avgerast við brotssparkskapping, sum Víkingur at enda vann 5-4.
Hjá Víkingi vóru Kaj Leo í Bartalstovu, Hanus Jacobsen, Joseph Basene, Evrad Ble og Erling Jacobsen tryggir úr ellivu metrum, meðan Atli Gregersen og Bárður Hansen misnýttu.
Fyri EB/Streym skoraðu Levi Hanssen, Niels Pauli Danielsen, Hans Pauli Samuelsen og Marni Djurhuus. Geza Turi í Víkinga-málinum bjargaði skotinum frá Sorin Anghel og Arnbjørn Hansen, meðan brotssparkið hjá Rene Tórgarð fór omanfyri málið.
Sostatt er Víkingur vinnari av Løgmanssteypinum 2012.
Steypafinaluvikuskiftið endaði við stórum fýrverki