B2-venjaraskeið

B2 – Skeið fyri barna og -ungdómsvenjarar

Útbúgving
Annar partur av FSF B venjaraútbúgvingini

Endamál
At geva nýggjum venjarum, sjálvbodnum, foreldrum og øðrum kunnleika um barna- og ungdómsvenjing og førleikar at standa fyri venjingum

Innihald
Luttakarin fær kunnleika til aldurrelateraða leiðslu og venjing, um atburð og leiklut sum venjari. Luttakarin fær innlit í frálæruhættir í fótbóltsvenjing, um skipan og avgreiðslu av grundleggjandi tekniskari venjing, um upphiting og skaðafyribyrging og um motivatiónsumhvørvi. Eisini verður kunnað um fótbóltsreglur, og kjakst verður um etiskar meginreglur.

Modul
• Tann góða byrjanin (FSF Menningarætlanin). Kropslig og mental menning, aldursrelaterað venjing (6t – t/p)
• Leiðsla og ávirkan. Atburður og leiklutur sum fyrimynd. Aldurrelaterað leiðsla (4t – t)
• Frálæruhættir (5t – t/p)
• Børn og ung: Upphiting og skaðafyribyrgjandi venjing, vanligir skaðar (2t – t/p)
• Teknisk venjing: Metoda og praktikk (6t – t/p)
• Motivatión/umhvørvi. Samskifti við spælarar og foreldur (2t – t)
• Etiskar meginreglur, fair play, virðisgrundarlag (2t – t)
• Fótbóltsreglar og døming (3t – t/p)
• M1 málmansvenjaraskeið (10t – t/p)

Tímatal
40 tímar

Skipan
2 vikuskiftisskeið á 18 tímar
Heimauppgávur á 4 tímar

———

Dagført: 18. januar 2021

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.