Eli Hentze og Jógvan Hendrik Samuelsen hava úttikið 18 leikarar, ið um mánaðarskifti juli-august skulu umboða Føroyar til Brøndby Cup 2012 fyri U15-lið
Í nógv ár luttók føroyska U15-landsliðið hjá dreingjum í Aberdeen Football Festival í Skotlandi, og úrslitini vóru eisini mangan góð.
Men í fjør gekk leiðin fyri fyrstu ferð til Brøndby Cup í Danmark, og í ár fara U15-dreingir aftur til Danmarkar at spæla fótbólt.
Í ár verður Brøndby Cup-kappingin í døgunum 27. juli til 2. august.
Í hesum sambandi hava venjararnir, Eli Hentze og Jógvan Hendrik "Hegga" Samuelsen, U15-landsliðsvenjarar, úttikið hesar 18 leikararnar:
Karstin Hansen, Petur Knudsen og Jannik Olsen, NSÍ
Teitur Jacobsen, Jákup L. Thomsen og Hilmar Leon Jacobsen, HB
Rí Zachariassen, Eyðstein Zachariassen, Rani Joensen og Daniel Johansen, EB/Streymur
Bjarnir Petersen, AB
Tummas Martin Jacobsen, Fannhard Skoradal og Adrian Justinussen, Víkingur
Jákup B. Andreasen og Jóhan W. Høgnesen, KÍ
Pætur Petersen, B71
Janus S. Samuelsen, 07 Vestur