Sigtór Petersen er nýggjur venjari hjá U15-landsliðnum við gentum, ið komandi vikuskifti skal spæla venjingardyst móti danska felagnum, LKB Glistrup
——————
Nýggi venjarin hjá U15-landsliðnum við gentum, Sigtór Petersen hevur sent boð eftir 28 spælarum til venjingar og venjingardyst, ið eru á skránni komandi vikuskifti.
Leygardagin 10. juli verður skipað fyri tveimum venjingum í Gundadali í Havn, og sunnudagin 11. juli klokkan 12:00 er venjingardystur á skránni á Svangaskarði á Toftum, har danska liðið, LKB Glistrup vitjar.
Tær 28, ið venjarin hevur boðsent, eru hesar:
 Miriam K. Johannesen, FC Hoyvík
 Karin Justinussen, FC Hoyvík
 Sofía Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
 Maria Ejdesgaard Hansen, FC Hoyvík
 Audrey Sára Banzon Sakarisson, FC Hoyvík
 Brá Zakarisardóttir, FC Hoyvík
 Halla Morgan Ejdesgaard, FC Hoyvík
 Marta Sofía Øster, HB
 Katrin Hansen, HB
 Marjun Kristina Jansdóttir, HB
 Bára Tórálvsdóttir Poulsen, HB
 Mira Bendix Laursen, HB
 Ró Reginsdóttir, HB
 Rannvá við Streym Mikkelsen, B68
 Poula Nesá, B68
 Hanna S. Petersen, B68
 Lea Mariusardóttir, EB/Streymur
 Sára Eikholm Rúnadóttir, EB/Streymur
 Sólja Vinjardsdóttir Johansen, NSÍ
 Helga Mikkelsen, NSÍ
 Ingrið Berg Rasmussen, Skála
 Jakobina Bergsdóttir, Skála
 Rósa Reginsdóttir, FC Suðuroy
 Mirjam Skoralíð, Víkingur
 Hildigunn Steinhólm, Víkingur
 Anna Jørginsdóttir, Víkingur
 Eydna Olsen Dalheim, Víkingur
 Grethe Torp, LKB Gistrup
Í august mánað skulu U15-genturnar til Baltic Cup í Estlandi, og í novembur skulu tær til Slovenia, har tveir venjingardystir móti slovenska U15-landsliðnum eru á skránni.
Nú venjaratoymið kring U15-landsliðið við gentum er mannað av nýggjum, er avtala gjørd við Allan Smedemark, um at vera hjálparvenjari, meðan Bára Joensen heldur fram sum málmansvenjari.



