
Nú fara vit aftur undir Disney Playmakers venjingar í samstarvi við feløg kring landið. Higartil hava fleiri 200 føroyskar gentur tikið lut í átakinum, og tilboðið er sum heild sera væl móttikið.
Til komandi umfar fara vit at spæla okkum ígjøgnum ein nýggjan film, nevniliga ENCANTO og hesaferð er Playmakers fyri gentur, føddar í 2019 og 2020.
Várið 2026 bjóða vit Playmakers við ENCANTO út í hesum støðum:
Sundalagið (í samstarvi við EB/Streym)
Venjarar: Frida Gregersen og Rakul Magnussen
Hvar: Innandura við Margáir
Nær: sunnumorgnar kl. 10 (fyrsta venjing verður 8. februar)
Tórshavn (í samstarvi við HB)
Venjarar: Elin. E. Hansen, Hanna Thomsen og Elin Christiansen
Hvar: Høllin í Finsen
Nær: mánadagar kl. 17 (fyrsta venjing verður 16. februar)
Suðuroy (í samstarvi við TB)
Venjarar: Rebekka Olsen og Conni Hjartbæk Dam
Hvar: Høllin í Trongisvági
Nær: týsdagar kl. 15 (fyrsta venjing verður 17. februar)
Tórshavn (í samstarvi við B36)
Venjarar: Súsanna Maria Hansen, Lilja av Teigum og Sigga Smæra Næs
Hvar: Høllin í Eysturskúlanum
Nær: týsdagar kl. 17 (fyrsta venjing verður 17. februar)
Sandoy (í samstarvi við B71)
Venjarar: Siri Klementsen og Hanus Johannesen
Hvar: Høllin inni í Dal
Nær: týsdagar kl. 16 (fyrsta venjing verður 10. februar)
Klaksvík (í samstarvi við KÍ)
Venjarar: Lisa Joensen og Anitha á Dalinum
Hvar: Fimleikahøllin á Skúlatrøð
Nær: mikudagar kl. 16.30 (fyrsta venjing verður 11. februar)
Gøtugjógv (í samstarvi við Víking)
Venjarar: Lis Skoralíð og Mirjam Skoralíð
Hvar: Fimleikahøllin við Gøtugjógv
Nær: mikudagar kl. 17 (fyrsta venjing verður 11. februar)
Argir (í samstarvi við AB)
Venjarar: Paula N. Thomassen og Maria Neshamar
Hvar: Fimleikahøllin í Gulaskúla
Nær: hósdagar kl. 18 (fyrsta venjing verður 19. februar)
Playmakers er eitt samstarv millum Disney og UEFA, sum Fótbóltssamband Føroya er ein partur av. Við átakinum ynskja vit at geva 5-6 ára gomlum gentum eina øðrvísi og stuttliga byrjan uppá fótbólt, har dentur verður lagdur á rørsluførleikar, lívsførleikar og sosialar førleikar.
Eitt umfar av Playmakers fevnir um 8-10 venjingar, har vit spæla okkum ígjøgnum søgugongdina úr einum Disneyfilmi við sterkum kvinnuligum fyrimyndum; á føroyskum hava vit tveir filmar til Playmakers: Frozen 2 og Encanto.

Foreldur fortelja:
“Eitt fantastiskt tilboð fyri genturnar, dótturin er sum ein nýggj genta, vegna hon hevur fingið meira sjálvsálit”
“Gott tilboð, dóttir okkara elskaði at fara til Disney fótbólt. Tað gjørdi at fleiri gentur fóru til “vanligan” fótbólt, og fáa tær nú manna lið”



