Skeið fyri nevndarlimir og ábyrgdarfólk

Dato: 16. mai 2020 kl. 09:00 til 15:00 í Tórshavn

Tímar: 6

Málbólkur: Nevndarlimir og onnur ábyrgdarfólk í felagnum

Skeiðslýsing:
Ein tann týdningarmiklasti parturin av einum felagi eru tær eldsálirnar, ið hvønn dag gera eitt ómetaliga stórt sjálvboðið arbeiði. Fyri at reka eitt felag er neyðugt við einum stórum toymi av hjálparfólkum, ið hava ymiskar førleikar, og tí kunnu átaka sær ymiskar uppgávur.

Á skeiðnum verður komið inn á, hvørjar avbjóðingar feløg hava við at fáa fólk at verða virkin í felagnum. Hugt verður eftir, hvat kann gerast, fyri at fáa fleiri sjálvboðin at taka lut í feløgunum, og hvat kann gerast fyri at varðveita tey, sum gera sjálvboði arbeiði í felagnum

Undirvísari verður Lasse F. Pedersen frá Ingerfair, ið er ein fyritøkan, ið hevur arbeiði við sjálvbodnum sum sergrein. Møguleiki er at lesa meira um Ingerfair á heimasíðu teirra: https://www.ingerfair.dk/

GG! Um verandi koronastøða ger, at tað ikki er møguligt av savnast í mai, verður skeiðið skipað sum “webinar”.