Móttøkan opin

FSF fylgir øllum tilmælum, sum myndugleikarnir koma við í samband við koronasmittuna. Umframt at útseta allan fótbólt í Føroyum í mars og apríl, er avgjørt partvís at stongja skrivstovuna í FSF-húsinum. Tó er móttøkan opin sum vanligt


Fótbólturin í Evropa er í undantaksstøðu, nú koronasmittan, Covid-19 ger um seg. Allur fótbóltur í Føroyum er útsettur komandi tíðina, og UEFA hevur nú eisini avgjørt at úseta og avlýsa fleiri undankappingardystir, venjingardystir og kappingar

Í stuttum merkir hetta, at øll tiltøk hjá FSF (venjingar, landsliðssamlingar, úrvalsvenjingar, skeið og allir fundir) fyribils eru útsett ella avlýst. Harafturat er avgjørt, at flestu starvsfólkini avgreiða sínar arbeiðsuppgávur heimanífrá.

Móttøkan í FSF-húsinum er tó opin sum vanligt. Hóast móttøkan er virkin, heita vit á viðskiftafólk okkara um í størstan mun at avgreiða sínar fyrispurningar umvegis telefon ella teldupost.

Telefonin (35 19 79) svarar allar vanligar arbeiðsdagar millum klokkan 09:00 og 16:00.

Dystir/kappingar, ið eru útsett/avlýst
U21 / Undankappingardystur móti Spania 26. mars (ÚTSETT)
A menn / Venjingardystur móti Danmark 27. mars (AVLÝST)
A menn / Venjingardystur móti Andorra 30. mars (AVLÝST)
U21 / Undankappingardystur móti Montenegro 31. mars (ÚTSETT)
U17 Gentur / UEFA menningarkapping í Bulgaria 1.-9. apríl (ÚTSETT)
A kvinnur
/ Undankappingardystur móti Wales 10. apríl (ÚTSETT)
U19 Gentur
/ Venjingardystir móti Lettlandi 14. og 16. apríl (ÚTSETT)
U17 Dreingir / UEFA menningarkapping í Andorra 2.-10. mai (ÚTSETT)
U18 Dreingir / Kapping í Fraklandi 29. mai – 5. juni (AVLÝST)