Vís alt
Tíðindi
Síður
Starvsfólk
Vísir {{page * page_size + 1}} - {{ page_size * (page+1) }} av {{ no_hits }} úrslitum
Sum fyrireiking til EM-undankappingardystirnar hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum eru á skránni seinni í ár, er venjingardystur avtalaður ímóti Estlandi, at verða á Tórsvølli mánadagin 9. mars klokkan 17:00.
Tíverri verður dysturin spældur uttan áskoðarar, men møguleiki verður at stroyma beinleiðis á www.kvf.fo.
Í EM-undankappingini eru Føroyar í bólki C, saman við Norra, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Norra er fremst í bólkinum við 12 stigum.
| Dato | Klokkan | Dystur | Stadion |
| 10. apríl | Wales – Føroyar | ||
| 5. juni | Norra – Føroyar | ||
| 9. juni | Norðurírland – Føroyar | ||
| 18. september | Føroyar – Norðurírland | Tórsvøllur | |
| 22. september | Føroyar – Hvítarussland | Tórsvøllur |



